Óli og Elisa takka fyri seg

Eftir at hava starvast sum lærarar í 40 ár, takka lærarahjúnini Óli og Elisa Holm nú fyri seg

Tá lærarar savnaðust á lærarastovuni í Vágs Skúla mikudagin til hugnaløtu, so var tað eisini við eitt sindur av sorgblídni, tí orsøkin til løtuna var nevniliga, at tveir av lærarum skúlans í mong ár nú takkaðu fyri seg.

Óli og Elisa Holm hava starvast í Vági í mong ár, og Óli hevur røkt starvið sum varaskúlastjóri síðani 1973.

Óli og Elisa tóku læraraprógv á Nr. Nissum Seminarinum í 1968. Óli var lærari í Vági 1968-71, á Sct. Jørgen skúlanum í Holstebro 1971-73 og síðani varaskúlastjóri í Vági frá 1973. Elisa var lærari í Spjold Skole 1968/69, í Vági 1969-71, Sct. Jørgen skúlanum í Holstebro 1971-73 og í Vági síðani 1973.

Óli í Hjøllum, skúlastjóri í Vági, takkaði teimum báðum fyri trúgva og drúgva tænastu og handaði gávur og blómur.

Starvsfelagarnir heilsaðu eisini teimum báðum, sum nú leggja lærarastørv síni frá sær, við hesum orðum:




Óli og Elisa Holm – Kennarar í 40 ár


Lívliga grør um gongufót

náddu at enda á mál

sáddu og festu vísdómsrót

birtu eld í ungu sál


Virkishugur um gongufót

Merkist har hegni og hug

Tó gongur onkutíð lot ímót

Og onkutíð lívgandi suð


Kennarar kenna kensluna best

Flokkar úr reiðrinum fara

Siga farvæl, royna flog og treyst

Flúgva frá vinaskara



Eftir fýrati ár í sama yrki

Royndust tit drúgv og trúgv

Merkist enn seiggi og styrki

Nú heystartíð nærkast so blúgv


Tann sum væl sáddi á vársins tíð

Hann heystar og gleðist á heysti

Takka og ynskja vit ár so blíð

Í komandi tíðum við treysti


Starvsfelagarnir