Óli Mikkelsen 80 ár

Í gjár, 11. juni, fylti Óli Mikkelsen, fyrrverandi lækni, í Havn 80 ár.

Óli er upprunaliga lorvíkingur, men bæði foreldrini vóru úr Gøtu. Pápin var Petur Mikkelsen av Lakjuni í Syðrugøtu, meðan mamman var Katrina, ættað úr Jákupsstovu í Norðragøtu. Petur gjørdist sum ungur lærari í Lorvík, og her var hann alla sína tíð, og hevur hann tískil verið lærari hjá fleiri ættarliðum av lorvíkingum.


Óli er tó bæði føddur og doyptur í Gøtu, og hann er upkallaður eftir abbanum í Norðragøtu Óla Jákup Zachariassen. Óli fór, sum vanligt tá í tíðini, úr skúlanum 14 ára gamal. Fyrstu árini aftaná hevði Óli fyrifallandi arbeiði og róði eisini út. Men í 1943 fór hann til Havnar at ganga í preliminerskúla, og hann fekk prógv í 1945. Hann fór beint í studentaskúla og fekk prógv í 1947. Síðan fór hann niður til Danmarkar at lesa til lækna. Í sínum ferium heima var hann til skips. Tá var hann dúgligur at nýta fototólið, og fleiri myndir hjá honum hava verið alment frammi, og lýsa tær væl lívið hjá fiskimonnum.


Aftaná læknaprógv fór Óli at útbúgva seg víðari at gerast narkosulækni. Hesa tíðina arbeiddi hann í Ålborg og Keypmannahavn. Hann kom at arbeiða sum narkosulækni á Landssjúkrahúsinum frá 1973, og til hann gavst sum lækni seinast í 90-unum. Í sínum starvi fekk hann kelinavnið Ole Lukøje, og tað sigst, at hann alla hesa tíð hevur framt 40.000 doyvingar, næstan eina fyri hvønn føroying. Ein av teimum forrestin hjá tí, sum skrivar hesar reglur.


Óli var einsamallur narkosulækni stóran part av síni starvstíð, og hetta gav honum eina stóra arbeiðsbyrðu, har hann altíð skuldi vera tøkur, tá brúk var fyri honum. Og tað var hann eisini. Tað sigst, at tað kom ikki fyri, at hann bar seg undan.

Óli er giftur við Sonju f. Larsen, úr Porkeri. Tey fingu fýra børn: Petur, sum doyði ungur, Karin, Bjarni og Kári. Systkini hjá honum eru Páll, sum býr í Havn, Jónsvein á Toftum, Eyleyg í Havn og Anfinn, sum býr í Canada. Tey eru øll fróðarfólk. Systirin Marjun doyði ung.


Umframt sítt læknayrki hevur Óli mong áhugamál. Millum hesi eru alt, sum hevur við bátar, árar og segl at gera. Hann hevur alla tíðina hjá felagnum verið virkin í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Hann hevur verið virkin í Dansifelagnum. Hegningur er hann eisini og dugur sera væl at laga grót.


Óli er eins og sínu systkin sera upptikin av sínum uppruna í Gøtu. Tey hava eisini varðveitt barnaheimið hjá mammuni í Norðragøtu, sum er ein partur av gamla býlinginum í bygdini, og eru teirra hús eitt satt prýði. Her er eisini nakað at varðveita, tí í kjallaranum eru funnin seyðabein frá 600-talinum, og bendir hetta á forna búseting. Ein partur av grundini er sjálv Tróndargrund, grundin hjá gamla Tróndi í Gøtu. Óli hevur tískil nóg mikið um at vera, og hetta broytist neyvan hóast hann hevur nátt hendan høga aldur, sum ikki merkist á honum.


Ynskt verður Óla og hansara hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum!


ó.