Liðkapping og broyttir teinar

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður kappast í liðum, tá Statoil Kring Føroyar byrjar mikudagin. Harumframt eru onkrir av teinunum broyttir í mun til undanfarin ár

Mikudagin leggja 23 súkklarar til brots í kappingini Statoil Kring Føroyar. Teir flestu av hesum hava tikið lut í kappingini áður, men ársins útgáva av Statoil Kring Føroyar, er munandi øðrvísi enn undanfarin ár.

Líka síðani 1999, tá stóra kappingin varð hildin fyri fyrstu ferð, hevur einans verið talan um eina einstaklingakapping. Í ár verður so fyri fyrstu roynt at skipa kappingina sum eina liðkapping eisini, sum vit kenna frá eitt nú Tour de France, ið verður súkklað í hesum døgum, umframt at einstaklingakappingin framvegis er á skránni.

Broytingin er við kappingini er ikki nýggj í so máta, tí longu eftir Statoil Kring Føroyar í fjør var greitt, at liðkappingin fór at vera á skránni í ár. Síðani hevur verið tingast um, hvussu liðini skuldu mannast og úrslitið av hesum gjørdist, at fýra lið við trimum súkklarum er tilmeldað liðkappingina, umframt at 11 einstaklingar eisini royna seg.


Broyttur teinur

Hin broytingin við ársins útgávu av súkklukappingini eru teinarnir. Fleiri eru sum vit kenna teir frá undanfarnum árum.

Byrjað verður við átta kilometra longum einkultstarti í Klaksvík mikukvøldið, og síðani verður hildið fram hósdagin við langa Eysturoyarteininum, sum er broyttur munandi í ár. Byrjað verður í Tórshavn og síðani súkklað til Selatraðar og víðari til rundkoyringina í Runavík, har vent verður og súkklað ímóti málinum, sum er við Statoilstøðina í Saltangará.

Áður hevur verið súkklað um Eiðisskarð, til Oyndarfjarðar og Leirvíkar, men teinurin er broyttur í ár, tí tað alt ov ofta hevur víst seg, at tað nógva longu hevur verið avgjørt henda annan dagin í kappingini. Við at hava ein longri og slættari tein, vóna fyrireikararnir, at spenningurin verður størri gjøgnum alla kappingina.

Restin av kappingini er, sum vit kenna hana frá undanfarnum árum. Fríggjadagin er ein 27 kilometra langur einkultstartur á Sandi, leygardagin 77 kilometra langi teinurin frá Tvøroyri til Vágs, umvegis Fámjin og Sumba, og sunnudagin endar kappingin við 109 kilometra langa teininum, ið gongur úr Tjørnuvík til Havnar, umvegis Gomlurætt.


Í KASSA

Blandað manning

Teir 23 súkklararnir, ið hava teknað seg til Statoil Kring Føroyar 2009, eru úr Føroyum, Íslandi og Danmark. Føroysku súkklararnir eru 13 í tali, og síðani eru sjey súkklarar úr Íslandi og tríggir úr Danmark, umframt at onkrir av føroysku súkklarunum annars eru skrásettir í donskum feløgum.

Av teimum fýra liðunum, sum eru meldað til kappingina, er eitt úr Íslandi og trý úr Føroyum. HFR Team er Hafsteinn Ægir Geirsson, Árni Már Jónsson og Pétur Ragnarsson, Team GTG er Torkil Veyhe, Gudmundur Joensen og Gunnar Dahl-Olsen, Team EIK er Lars K. Thomsen, Jóhann Brend og Sverri Mohr Edvinsson, og Team KS-Timburhús er Andrass Joensen, Morten Hansen og Áslakkur Nesá.

Av teimum 23 súkklarunum í Statoil Kring Føroyar hesa ferð er bert ein kvinna, sum er Súsanna Skylv Sørensen, sum í farnu viku vann silvur í 10.000 metra renning á oyggjaleikunum í Álandi. Harumframt eru fýra av súkklarunum í bólkinum yvir 45 ár, sum sostatt eisini hava eina lítla kapping sínamillum.




Í ANNAN KASSA


Súkklararnir:


Hafsteinn Ægir Geirsson

Torkil Veyhe

Gudmundur Joensen

Árni Már Jónsson

Hlöðver Sigurðsson

Gunnar Dahl-Olsen

Troels Toftager Nielsen

Gunnlaugur Jónason

Áslakkur Nesá

Morten Hansen

Pétur Ragnarsson

Andrass Joensen

Wim De Dobbeleer

Jákup Johansen

Sigurgeir Agnarsson

Jóhann Brend

Lars K. Thomsen

Christian Guttesen

Sverri Mohr Edvinsson

Hans Egholm

Evald Rasmussen

Høgni Rúnason Øster

Súsanna Skylv Sørensen



MYNDATEKSTUR:

Tríggir av teimum frægastu frá Statoil Kring Føroyar í fjør, Gudmund Joensen, Hafsteinn Ægir Geirsson og Torkil Veyhe, eru allir við aftur í ár

Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir