Óli Jacobsen fegnast um, at hann og Fiskimannafelagið sleppa undan spurninginum um høvuðavtalu og sleppa at vera uttanfyri. Tað hevur als ikki verið upp á tal, tá Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið samráddust herfyri.
Hann skilir annars ikki ta øsing, ið er júst nú viðvíkjandi høvuðsavtalum, tí tær hava verið í 100 ár í Danmark
- Tað eru tvey ting, ið hava verið frammi. Viðvíkjandi freistini at lýsa arbeiðssteðg, so er tað ein misskiljing, tí hetta er bygt á donsk viðurskifti. Annars situr ein nevnd, sum eg sum landstýrismaður tók stig til, og viðgerð semingsmannalógina. Hetta hoyrir heima í semingsmannalógini og tí dugi eg ikki at síggja, hví hetta verður gjørt til ein trupulleika nú, sigur Óli Jacobsen.
Øsing
- Viðvíkjandi hvat hendir, um ein óloysandi støða tekur seg upp og endar við arbeiðssteðgi, so situr eisini ein nevnd, sum eg tók stig til, og arbeiður við hesum. Ein nevnd, sum skal finna eina mannagongd fyri, hvussu ein loysir slíkar støður.
Minnir tað ikki um eina høvuðsavtalu?
- Eg veit ikki, hví ein skal øsa seg, fyri tað um ein hoyrir slík fyribrigdi. Øll mugu hava áhuga í, at tað eru greiðar reglur á arbeiðsmarknaðinum, heldur Óli Jacobsen, ið sigur endamálið hjá nevndini vera at finna eina skipan fyri, hvussu trupulleikar verða loystir.
Heldur tú ikki fakfeløgini missa eitt vápn, um tey ikki sleppa í verkfall?
- Eg skilji ikki, hvat trupulleikin er, ella hvat liggur í hesum. Í Danmark hevur ein fyrstu og aðru verkfallsávaring. Í Føroyum er tað so, at tá sáttmálin er úti, so kann ein vika ganga, har semingsstovnurin kemur uppí. At krevja aðra ávaring, enn hesa, er burturvið, heldur Óli Jacobsen, sum heldur nógv av hesum er grundað á misskiljingar og øsing.
Ger bert støðuna truplari
Men um tað sita tvær nevndir og arbeiða við hesum, hví heldur tú so landstýrið kemur við hesum útspælinum um høvuðsavtalu?
- Tað er júst tað eg meini. Hetta er at gera alt meira trupult. Nú er tað ikki sama landstýrið, sum í 1997 setti nevndirnar, men formelt setti núverandi landstýrið nevndirnar, sjálvt um vit høvdu fyrireikað hetta, sigur Óli Jacobsen, ið annars fegnast um, at Fiskimannafelagið hevur arbeiðsfrið í 2 ár.
Fiskimannafelagið verður ikki við, tá fakfeløg í morgin hittast at viðgerða spurningin um høvuðsavtalu, har tey fara at royna at semjast um eina felags mótstøðu ímóti høvuðsavtalum.










