Óli Jacobsen
Undan 1971 gav sáttmálin hjá ísfiskalínuskipum 50% til manningina, men tá skuldi býtast til 2,5 eykapartar. Við verandi manningartali vildi hetta svara til 42,4% til manningina við javnbýti. Í mínum fyrstu samráðingum í 1971 kom parturin upp á 44,5% og nakað seinni uppá 45%.
Nøkur ár seinni vildu vit stuðla uppundir, at skipini fingu egningarmaskinu, sum bæði lætti um arbeiðið og kravdi minni fólk, so meira kom burturúr. Í fyrsta umfari fekk egningarmaskinan ein part, og svaraði hetta til um 3% av teimum 45.
Undir kreppuni fyrst 90-unum gav at kalla hvør einasti túrur hjá ísfiskalínubátum minstuløn, og svøvlalína varð roknað sum ein møguleiki at bøta um støðuna. Tá eftirlíkaðu vit at seta manningarpartin til 43%, treytað av, at skipini høvdu svøvlalínu.
Viðvíkjandi egningarmaskinuni varð nøkur ár seinni ásett, at hon fór av óbýttum. Hetta merkti, at luttøkan hjá manningini av hesum tiltaki fór niður í helvt.
Nøkur ár seinni varð ásett, at ein hálvur partur skuldi fara av óbýttum og aftur seinni varð ásett, at egningarmaskinan skuldi burtur úr sáttmálanum.
Støðan í dag er tann, at meðan parturin hjá línubátum í 1970 var 42,4%, er hann í dag 43% + 1% (tils. 44%), sum reiðarar gjalda í eftirlønargjaldi. Tiskil er parturin til manningina framvegis størri, enn hann var, og við teirri minking í manningartalinum, sum er úrslit av nevndu tiltøkum er vøksturin í prosentpartinum pr. mann enn størri.
Í sama tíðarskeið er inntøkutrygdin munandi batnað og saman við skattaskipanini hjá fiskimonnum eru fiskimenn yvirhøvur, og tað sama er galdandi fyri ísfiskalínuskip, munandi betri fyri nú enn tá.










