Liðini hjá Heina og Viljormi leiktu javnt

Uppflytarnir til superliguna, Vejle leiktu javnt móti nummar tvey í deildini, og Fremad Amager var aftanfyri 0-2, men megnaði javnleik 2-2

Bæði føroyingaliðini hava rokkið sínum málum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

Vejle hevur vunnið sær uppflyting til superliguna, og Fremad Amager hevur væl og virðiliga bjargað plássinum í næstbestu deildini.

Viljormur í Heiðunum Davidsen var við frá byrjan tá lið hansara, uppflytarnir Vejle spældu javnleik 1-1 móti Viborg FF, ið liggur næstovast í deildini. 

Sofus Berger legði Viborg á odda tá ein hálvur tími var farin av dystinum. Leonel Montano javnaði fyri Vejle tá 70 minuttir vóru farnir av dystinum.

Heini Vatnsdal kom á vøllin fyri Fremad Amager beint aftaná steðgin. Tá var Fremad Amager aftanfyri 0-2. Uppá bara tveir minuttir kom Fremad Amager uppá javnleik 2-2. Í 54. minutti var tað franski Reda Rabai sum minkaði um munin til 1-2, og minuttin aftaná javnaði Kristoffer Munksgaard fyri Fremad Amager. Tað eina stigið merkir, at Fremad Amager er komið uppá eitt flott fjórða pláss í deildini.

Vejle er langt fremst við 68 stigum, Viborg er nummar tvey við 59 stigum, og Fredericia er nummar trý við 51 stigum. Fremad Amager er nummar fýra við 46 stigum, eitt stig frammanfyri Skive sum hevur 45 stig.

Kappingin endar komandi leygardag klokkan 15 við tí sum vónandi verður ein føroyinga-uppgerð. Tá tekur Fremad Amager ímóti Vejle á Sundby-leikvøllinum á Amager. 

##med2##