Oddadystur var í høllini á Skála leygardagin, tá StÍF tók ímóti VÍF. Bæði liðini vunnu í fyrsta dystinum, og tí kann sigast, at hetta var ársins fyrsti oddadystur hjá monnunum.
Tað var eitt skaðarakt heimalið, sum møtti upp í høllini. Bæði Sveinur og Leivur Justinusen vóru ikki við vegna skaða. Sama trupulleika hevði Bárður Danielsen. Harafturat manglaði Artur Johansen, tí hann fekk beinleiðis reytt kort í fyrsta dystinum.
Vestmenningar vóru eisini illa raktir av skaðum, sjálvt um tað sá heldur betri út hjá teimum. Ingi Olsen og Agnar Joensen vóru ikki við vegna skaða, men annars var alt fólkið tókt.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$StÍF reyk avstað
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Dysturin var ikki meir enn blástur í gongd, so sá man, hvønn veg tað bar. Dysturin var bert 10 minuttir gamal, so hevði StÍF lagt seg á odda við 5 málum, 7-2. Tað var týðiligt, at teir vóru sera uppsettir til henda dystin, og harafturat fekk Marian í málinum hjá StÍF eina sera góða byrjan.
Sum hálvleikurin leið kom VÍF tó betri við í dystin, og fimm minuttir fyri steðgin var munurin minkaður niður í trý mál.
Tað var ikki minst orsakað av eini góðari verju og einum vælleikandi Eli Müller í VÍF-málinum, at munurin ikki var størri enn hesi trý málini, og beint fyri hálvleik megnaði VÍF eisini at fáa eitt mál afturat, soleiðis at munurin nú bert var tvey mál. Hálvleiksstøðan var 12-10 til StÍF.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málverjarnir áttu seinna hálvleik
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Høvdu málverjarnir báðir staðið væl í fyrra hálvleiki, so var heilt øðrvísi í seinna hálvleiki. Serliga í byrjanini vóru teir sannir brandar, og tað var til tíðir sera ringt hjá báðum liðunum at fáa bóltin í málið.
Leikliga var dysturin rættiliga rótutur hesa løtuna, og spælararnir gjørdu nógvar feilir. Hetta gjørdi eisini, at bæði liðini fingu fleiri møguleikar at renna skjótálop, men oftast bjargaðu Marian og Eli hvør í sínum lagi.
Sjálvt um málmenninir stóðu ein ótrúliga góðan dyst, so komu tó nøkur mál afturat, og hesa løtuna vóru vestmenningar omaná. Stóran part av hálvleikinum megnaðu strandingarnir at halda VÍF aftan fyri seg, men tá 10 minuttir vóru eftir bragdaði hjá vestmenningum. Tá komu teir upp á javnleik, og so var dysturin púra opin.
Eftir at VÍF var komið uppá javnleik, leikaði javnt á restina av dystinum, og VÍF var eitt skifti á odda. Men hvørja ferð kom StÍF aftur, og tá ein minuttur restaði av dystinum stóð á jøvnum 23-23.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hendingarríkur minuttur
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Síðsti minutturin bleiv tó sera hendingaríkur. VÍF hevði bóltin, og líkt var til, at teir ætlaðu at nýta alla tíðina í hesum álopi. Hetta skuldi tó ikki vísa seg at henda. Vestmenningar mistu bóltin, og StÍF streyk avstað. Venjarin var tó skjótur at hála time out skiltið upp, og við bert 40 sekundum eftir at leika høvdu strandingar bóltin, meðan teir fóru út at tosa um tingini.
Nú var einki at ivast í, at strandingar fóru at leika tíðina út, og so royna at skjóta mál í allar síðstu sekundunum. Hetta var júst tað, sum hendi. Men enn einaferð gjørdu teir ein tekniskan feil, og so fekk VÍF bóltin.
Nú var teirra túrur at taka time out, og við bert níggju sekundum eftir at spæla høvdu teir bóltin á miðjum vølli. Teir kláraðu at spæla seg fram til ein opnan møguleika, men leikarin við bóltinum ivaðist ov nógv, og alt endaði við, at hann gjørdi álopsfeil, og so endaði dysturin við javnleiki 23-23.
Strandingar iðra seg helst mest um javnleikin, tí teir eitt skifti førdu við seks málum. Teir vóru tó ikki nóg neyvir í avgerðandi løtum, og hetta megnaðu vestmenningar at gera sær dælt av. Teir bardu seg upp á javnleik, og sæð yvir allan dystin, so var hetta eitt rættvíst úrslit.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar StÍF:
Finnur Hansson 7, Mortan Hansen 5, Jakob Jónsson 5, Terji Poulsen 3, Rúni Niclassen 1, Andre Danielsen 1, Jørmund Joensen 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar StÍF: 4
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar VÍF:
Sámal Joensen 6, Harald Bjørgvin 3, John Zachariassen 3, Áki G. Olsen 3, Regin Joensen 3, Áki Müller 2, Sjúrður Poulsen 2, Rúni Joensen 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar VÍF: 4