NSÍ skal í evropeiska eldin klokkan 19 í kvøld, tá ið runavíkingar taka ímóti FK Shakhtyor úr Hvítarusslandi.
Venjarin hjá NSÍ, Anders Gerber, hevur júst kunngjørt fyri in.fo, hvørjir 11 leikarar byrja inni. Teir eru hesir:
Símun Rógvi Hansen
Jóhan Jacobsen - Per Langaard - Jákup Andrias Gaardbo - Monrad Holm Jacobsen
Nikolaj Køhlert - Høgni Madsen
Petur Knudsen Pól Johannus Justinussen Jann Martin Mortensen
Klæmint Olsen
Sostatt eru tvær broytingar í mun til tað liðið, sum í undirtali í 70 minuttir vann 2-1 ímóti B36 farna hósdag. Árni Frederiksberg og Jónleif Højgaard eru farnir út, meðan Jann Martin Mortensen og Petur Knudsen eru komnir inn.
Orsøkin til, at Árni Frederiksberg, ið telist ímillum teir allar bestu hjá NSÍ, ikki er við er, at hann er farin á brúðarferð. Fyrr í ár bleiv NSÍ-profilurin giftur maður.
Dysturin ímillum NSÍ og og FK Shakhtyor verður spældur á Svangaskarði. Sum áður skrivað byrjar dysturin klokkan 19. Rás2 sendir beinleiðis, og eisini verður beinleiðis tekstfrásøgn á in.fo.