Liðið hjá Allani er á odda

Tað mesta av trimum umførum er nú farið aftur um bak í FM-kappingini fyri lið, og higar til er liðið Allan Dal-Christiansen fremst. Í aðru deild er Øssur Winthereig á odda við liðfeløgum sínum

BRIDGE

FM fyri lið
Eftir spæliætlanini hjá FBS skuldu fýra umfør í FM kappingini fyri lið leikast í Fuglafirði seinasta vikuskifti. Men illveðrið fekk nevndina at avlýsa kappingina fríggjakvøldið, so byrjað varð ikki at spæla fyrr enn leygardagin, og tá fingu hvørki klaksvíkingar ella vágafólk møtt upp fyri veður. Tá liðugt var at leika sunnukvøldið vóru næstan trý umfør liðugt leikt.
Dystirnir, ið ikki vóru leiktir í Fuglafirði, skulu í staðin leikast í Bridgehúsinum í Havn sunnudagin 3. mars.

Allan og Øssur framvegis á odda
Úrslitini í 1. deild broyttu ikki stórvegis um støðuna. Tað er enn liðið hjá Allan Dal-Christiansen (Allan Dal-Christiansen, Dánjal Pauli Mohr, Per Kallsberg, Heðin Mouritsen og Jóannes Mouritsen), ið liggur fremst, men munurin er kortini ikki størri enn so, at Símin Lassaberg (Símin Lassaberg, Árni Dam, Magni Jøkladal og Dia Jacobsen) og Junior Buss Taxa (Bogi Simonsen, Rói á Rógvu Joensen, Hans Jacob Petersen og Arnbjørn Sivertsen) enn tosa við um, hvar meistaraskapið skal enda.
Í 2 .deild er eisini harður dystur um tey fremstu plássini. Liðið hjá Øssuri Winthereig (Øssur Wintereig, Kaj Alstrup, Robert Langgaard, Eyðun Anthoniussen, Høgni Hansen og Jens Pauli G. Nolsøe) liggur enn á odda. Á øðrum plássi er liðið hjá Hans Egil Joensen (Hans Egil Joensen, Edmund Joensen, Ingibjørg Hansen og Steinbjørn Zachariassen) og á triðja plássi liðið hjá Jórun Johannesen (Jórun Johannesen, Maria Christiansen, Oddmar Danielsen, Einar Ellingsgaard og Johannes Skaarup).

Úrslitini í 1. deild
Símin Lasssaberg ? Allan Dal-Christiansen17-13
Junior Buss Taxa ? Hanus Bærentsen18-12
Carl Mikkelsen ? Jóna Grunnveit09-21
Allan Dal-Christiansen ? Junior Buss Taxa15-15
Símin Lassaberg ? Carl Mikkelsen13-17
Hanus Bærentsen ? Jóna Grunnveit18-12
Hanus Bærentsen ? Allan Dal-Christiansen02-25
Carl Mikkelsen ? Junior Buss Taxa16-14
Jóna Grunnveit ? Símin Lassaberg06-24
Allan Dal-Christiansen ? Jóna Grunnveitútsett
Símin Lassaberg ? Junior Buss Taxaútsett
Hanus Bærentsen ? Carl Mikkelsenúsett

Úrslitini í 2. deild
Eyðun Jakobsen ? Hallur Ellingsgaardútsett
John Reid Skoralíð ? Øssur Winthereig09-21
Hans Egil Joensen ? Danny Transoprt17-13
Álvur Klakk ? Jórun Johannesenútsett
Hallur Ellingsgaard ? Øssur Winthereig13-17
Danny Transport ? Jórun Johannesen11-19
John Reid Skoralíð ? Hans Egil Joensen07-23
Álvur Klakk ? Eyðun Jakobsenútsett
Jórun Johannesen ? Hallur Ellingsgaard25-03
Øssur Winthereig ? Danny Transport15-15
Eyðun Jakobsen ? John Reid Skoralíð25-04
Hans Egil Joensen ? Álvur Klakk25-04
Hallur Ellingsgaard ? Danny Transportútsett
Øssur Winthereig ? Jórun JohannesenÚtsett
Eyðun Jakobsen ? Hans Egil JoensenÚtsett
John Reid Skoralíð ? Álvur KlakkÚtsett

Støðan í 1. deild (10 dystir)
nrliðleiktstig
1Allan Dal-Christiansen6127
2Símin Lassaberg6114
3Junior Buss Taxa6105
4Carl Mikkelsen675
5Hanus Bærentsen651
6Jóna Grunnveit648

Støðan í 2. deild (14 dystir)
nrliðleiktstig
1Øssur Winthereig6114
2Hans Egil Joensen6104
3Jórun Johannesen5100
4Danny Transport689
5Hallur Ellingsgaard573
6Eyðun Jakobsen452
7John Reid Skoralíð649
8Álvur Klakk445

Klípa eftir dreinginum?
Eitt av spølunum frá kappingini í 1. deild leygardagin var ein stórislemmur, sum varð meldaður við fleiri av borðunum. Onkur kom bara í lítlaslemm.
Vit skulu fyrst síggja, hvat hendi við borðið, har ið Junior Buss Taxa leikti ímóti Allan Dal-Christiansen.

N/NS
AJ83
QJ10
A10
A1083
973654
9748642
J962QJ85
54
KQ2
AK5
K632
KQ7

VNES
Bogi
SimonsenRói á R.
Joensen
-1UTpass4KL
Pass4UTpass7UT
Passpasspass

4kl spurdi eftir essum.
Bogi fekk rúQ út. Har eru 12 stikk frá topp. Spurningurin er, hvussu kleyvarin skal spælast, og tá Bogi valdi at toppa litin, fór hann niður.
Við hitt borðið gingu meldini soleiðis:

VNES
Heðin
MouritsenJóannes
Mouritsen
-1UTpass5UT
Pass6KLpass7UT
Passpasspass

5ut var stóraslemms invit, og 6kl vísti 4 lit.
Heðin fekk kleyvara út frá Eystan, og kundi longu í fyrsta stikki leggja niður fyri 13 stikk.
Við borðið har Børge Egholm og Georg Egholm á liðnum hjá Hanusi Bærentsen eisini meldaðu 7ut, fekk Børge rúQ út. Hann tók øll síni stikk í spaðara, hjartara og rútara og hugdi væl eftir, hvat mótspælararnir kastaðu. Til tann fjórða spaðaran kastaðu báðir mótspælararnir rútara, og Børge hugsaði, at tað mátti vera ein góð grund fyri, at Vestan ikki kastaði kleyvara. Hann tók tí kl K og kl Q, klípti síðan við tíggjunum og fekk øll 13 stikkini.

FM blandað pør
FM kappingin fyri blandað pør (mix pør) verður í Bridgehúsinum í Havn leygardagin 16. februar kl. 14.00. Tað er longu tíð at tekna seg til. Spæld verða í minsta lagi 40 spøl alt eftir, hvussu nógv pør tekna seg til kappingina. Tekning hjá Marjun Restorff tel 319142 ella í Bridgehúsinum. Kostnaður fyri kappingina er kr. 120, - fyri parið.

FM Veteran par
Árliga Veteran parakappingin í bridge, verður í Bridgehúsinum sunnudagin 17. mars kl 14:00. Tað er longu tíð at tekna seg til. Spæld verða í minsta lagi 40 spøl alt eftir, hvussu nógv pør tekna seg til kappingina. Tekning hjá Marjun Restorff tel 319142 ella í Bridgehúsinum. Kostnaður fyri kappingina er kr. 120, - fyri parið.