FØROYAR?LITAVA
Liðformaðurin og royndasti spælarin á føroyska landsliðnum, Óli Johannesen, spenti frá, meðan liðfelagarnir tuskaðu í góðveðrinum á Svangaskarði fyrrapartin í gjár. Ein lítil vøddaskaði í lærinum argar, men tað verður roknað við, at Álvur Hansen og Fanny Petersen fara at fáa pjøssa lyklaspælaran í miðverjuni so mikið, at hann verður førur fyri at spæla í morgin.
Hvussu eru vónirnar?
? Vit eiga kanska at hava betri møguleikar, enn vit hava havt ímóti teimum stóru. Men Litava eigur eitt gott fótbóltslið. Tað hava vit fleiri ferðir sjálvir kent. Eg minnist serliga aftur á dystin á útivølli ímóti teimum fyri fimm árum síðani. Dysturin endaði málleysur, men eg haldi ikki, at eg nakrantið fyri ella síðani havi kent meg undir sovornum trýsti sum ta ferðina og havi kent meg so móðan, sum eg var eftir ta uppgerðina.
Óli Johannesen sigur seg vera spentan uppá, hvussu nógvir áskoðarar fara at møta upp í kvøld og sum fara at taka undir við føroyska liðnum.
? At áskoðararnir eru við okkum hevur alstóran týdning. So stóran týdning sum nevyan nakar, ið er uttanfyri vøllin, kann ímynda sær, at tað hevur fyri okkum á vøllinum, sigur liðformaðurin Óli Johannesen.










