Skúlaskapur
Tað kann gerast ein fyrimunur, at tað júst er ein lærari, er blivin nýggjur landsstýrismaður í
skúlamálum.
Tað heldur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, í eini stuttari viðmerking til, at at nýggjru maður aftur nú er komin í ovasta sessin í Undirvísingar- og mentamálastýrinum.
Hon sigur, at av tí at Óli Holm er lærari og eisini varaskúlastjóri, skuldi hann skilt trupulleikan hjá fólkaskúlanum betri og havt betri fatan av tí, sum rørist í fólkaskúlanum.
At hann so harafturat er lærari í Vági, skuldi gjørt, at hann skildi trupulleikan uppaftur betri, tí júst Vágs Skúli er ein av teimum skúlunum, sum hevur verið hart raktur av, at játtanin til fólkaskúlan ikki fylgir við teimum øktu lógarkrøvunum.
Tað, hon sipar til, er m.a., at skúlarnir hava fingið alt ov fáar tímar til taks. Eisini skúlin í Vági hevur merkt niðurskurðin rættiliga meint, so nýggi landsstýrismaðurin hevur sjálvur merkt, hvat tað vil siga at hava ov fáar tímar.
Skulu hava 27 milliónir afturat
Annars veit forkvinnan í Lærarafelagnum ikki rættiliga um hon væntar sær nakra broyting soleiðis beinanvegin.
? Tað er spurningurin, hvat nýggi landsstýrismaðurin fær gjørt til komandi skúlaár, sigur hon.
Kortini vónar hon, at játtanin til at fólkaskúlin fer at hækka, tí sum støðan er, ber tað slett ikki til at halda krøvini í fólkaskúlalógini.
? Tað er neyðugt, at játtanin hækkar, men tað er ein spurningur um politiskan vilja og so fáa vit at síggja, sigur hon.
Hon sigur, at metingar siga ,at fólkaskúlin hevur brúk fyri næstan átta milliónum afturat í hesum álmanakkaárinum, fyri at hann so frægt sum skal kunna aka á knøunum.
Harafturat krevst størri játtan til undirvísing til børn, ið hava serligan tørv, tí tímatalið til børn við serligum tørvi er so nógv avmarkað, at tað er ein ?katastrofa?.
Lærarafelagið hevur tí biðið Landsstýrið taka játtanina til fólkaskúlan upp til nýggja viðgerð.
? Annars hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið júst nú gjørt eina útrokning um játtanina til fólkaskúlan í næsta fíggjarárið.
? Hendan útrokningin, sum er send fíggjarmálastýrinum, vísir, at fyri at kunna halda krøvini í lógini, skal játtanin til fólkaskúlan hækka 27 milliónir næsta fíggjarár.
Elsa Birgitta Petersen sigur, at hetta samsvarar rættiliga væl til tær útrokningar, sum Lærarafelagið sjálvt hevur gjørt.