Óli Heinesen: ? Innheintingin á veg út í økini

Stjórin á Toll- og Skattstovuni vísir aftur, at leiðarin fyri innkrevjingini hevur sagt upp og hann sigur samstundis, at arbeiði við at leggja innheintingina út til økini er væl á veg. ? Tað gongur sína gongd. Tey fyrstu starvsfólkini eru flutt undir økini, sigur Óli Heinesen, sum heldur gongdina í trætuni við Starvsmannafelagið vera sera óhepna

Fríggjdagin frættist, at rættuligt rumbul var í á Innkrevjingardeildini hjá Tolli- og Skatti.

Søgur gingu um, at fleiri enn tey sjey, sum høvdu sagt upp frammanundan, høvdu sagt upp, men tað var heldur enn ikki torført at fáa søgurnar váttaðar.


Sjey er nóg mikið

Ikki fyrr enn fyrrapartin mánadagin eydnaðist at fáa orð á stjóran á Toll- og Skattstovuni og hann afturvísti øllum søgunum.

? Eg havi eisini hoyrt hasar søgurnar, men kann bert siga, at einki er í teimum. Eingin hevur sagt upp afturat teimum, sum longu eru farin, sigur stjórin.

? Men, leggur hann afturat, leiðarin, sum ein partur av starvsfólkinum hevur funnist at, er farin til hús, men tað er tí, at hon ikki meir orkaði at standa ímóti ákærunum. Í veruleikanum er tað ótrúligt, at hon hevur verið við so leingi, men nú kunnu vit siga, at starvsfólkið náddi málinum.

Tá leiðarin er farin til hús, er so ein møguleiki fyri at starvsfólkið, sum hevur sagt upp, verður sett aftur?

? Nei, tað kemur ikki upp á tal. Tey hava sagt seg sjálvan úr starvi av tí at tey vóru ónøgd við leiðsluna og so er ikki meira at gera við tað. Tey vera ikki sett aftur, sigur Óli Heinesen.

Tað at deildarleiðarin er farin til hús hevur einki við sjálva innkrevjingina at gera. Hon er farin heim, tí hon ikki kláraði at standa ímóti trýstinum, sum hevur ligið á henni, men tað var ætlanin, at hon skuldi vera fakligur leiðari fyri allari innkrevjingini og sita í stýrinum.

? Ætlanin er, at hon skal í stýrið at arbeiða at taka sær av uppgávum og tann ætlanin heldur fram, sigur Óli.


EDV-skipanin haltar

Óli Heinesen sigur, at arbeiði við innkrevjingarskipanini er vorðið tarnað av at edvskipanin ikki hevur verið tøk til tíðina.

? Skipanin er føroysk og tað hevur í hesum føri havt vansar við sær fyri okkum. Mótrokningin koyrir og skipanin, sum skal stýra eykatrekkinum verður klár um eina viku, men tað eru aðrir partar, sum enn ikki eru lidnir og tað hevur seinkað okkum, sigur Óli Heinesen.

Men størsti trupulleikin er avtaluskipanin, sum ikki enn er fingin upp á pláss.

? Har hava vit enn nakrar praktiskar trupulleikar, tí tað ber ikki til bara at gera avtalur. Tær skulu setast í gildi við undirskrivt og avtalurnar skulu kunna prógvast, og har hava vit ikki funnið eina nøktandi loysn enn, sigur Óli Heinesen.


Flytingar av

starvsfólki

Nú tey sjey starvsfólkini hava sagt upp, so er ein upplagdur spurningur, hvussu verður við innkrevjingarskipanini framyvir.

? Tað verður, sum vit alla tíðina hava ætlað. Hon verður løgd út á økini, sigur hann.

Men koma tit ikki at mangla fólk úti í økjunum, nú sjey fólk ikki longur eru við?

? Nei, tað koma vit ikki. Uppgávurnar vera lagdar út, og fólkið, sum er í økinum verður sett at taka sær av teimum, sigur Óli.

Hava tit tøkt fólk runt landið?

? Ja, tað hava vit. Vit hava verið ígjøgnum rættiliga stórar umleggingar og tað hevur havt við sær, at fólk ikki hava eins nógv at taka sær av, sum tey høvdu áðrenn. Tí er tað eingin trupulleiki, sigur Óli.

Hann staðfestir enn einaferð, at tey fólkini, sum hava sagt seg úr starvi, hava gjørt tað av egnum vilja, og tí vera tey ikki sett aftur,

Hann útihýsir kortini ikki møguleikanum fyri, at tey trý, sum hava sagt upp, og sum enn eru til arbeiðis, møguliga kunnu verða sett aftur, men tað vil tíðin vísa, tí hann skal tosa við tey fyrst, sigur hann.