Óli framvegis í vanda

Vejle hevur givið skarvin yvir, og Christian Høgni Jacobsen sleppur ikki upp í part

DANMARK 1. DEILD

Óli Johannesen hevur síðstu dagarnar gjørt sítt fyri, at Hvidovre eisini eftir summarsteðgin skal vera í næstbestu donsku deildini. Hóskvøldið skoraði hann tvey mál, tá ið Hvidovre vann, og sunnudagin var hann á heimavølli partur av nullloysn ímóti B93.
Hvidovre er eitt stig omanfyri strikuna, og B1913, B1909 og HIK eru niðanfyri.
Christian Høgni Jacobsen er ikki partur av Vejle liðnum í løtuni. Vejle hevur annars púra mist luftina, síðani teir mistu møguleikan at flyta upp. Hóskvøldið taptu teir 6?1 ímóti Horsens, og sunnudagin taptu teir 3?2 ímóti Fredericia, sum fekk sigursmálið í síðstu sekundunum. Ulrik Balling skoraði til 1?0 fyriVejle.
Frem hevði ætlað at avgreitt uppflytingina á heimavølli sunnudagin, men tað kiksaði hesa ferð, tí HFK Sønderjylland vann 2?1.