Liðfelagi hjá Símuni til Silkeborg

Fleiri íslendskir spælarar royna seg í donskum fótbólti, og nú hevur superligaliðið Silkeborg fingið ein íslending afturat í hópin. Tað er 24 ára gamli Holmar Ørn Runarsson, sum hevur verið til royndarvenjingar í Silkeborg. Tað spældi so væl av, at felagið hevur gjørt ein avtalu við hann, sum er galdandi fram til endan av 2009. Holmar hevur annars verið liðfelagi hjá Símuni Samuelsen í Keflavík. Hann hevur spælt 123 dystir fyri Keflavík og gjørt 23 mál. Holmar verður triði íslendski spælarin í Silkeborg.