Í Viking Stavanger vóru teir báðir føroyingarnir, Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen, einastu landsliðsleikararnir, men nú er ein liðfelagi úttikin til norska A-landsliðið, ið skal spæla HM í januar.
Talan er um 18 ára gamla vinstra vongin, Alexander Blonz, sum hevur fingið nógv uppmerksemi í norskum hondbólti í ár.
Í summar skiftir hann eisini til fremsta norska felagið, Elverum, men longu nú fær hann møguleikan á landsliðnum.
Restina av kappingarárinum spælir hann tó í Viking saman við teimum báðum føroyingunum, og Helgi Hildarson Hoydal er ikki í iva um at liðfelagin er ein serligur spælari.
-Eg havi aldrin sæð ein 18 ára gamlan sum er so seriøsur, sigur Helgi Hildarson Hoydal og heldur fram:
-Hann er kvikur sum vindurin og skorar næstan hvørt tað einasta skot - eisini í dysti, greiðir føroyski landsliðsleikarin frá, og vísir á at tað sigur nóg mikið at Alexander Blonz skeyt 22 mál við 22 skotum, tá ið hann spældi við B-landsliðnum herfyri.
Føroysku landsliðsleikararnir eru til reiðar at geva nýggja norska landsliðsleikarum ráð um tað skuldi verið, men hann hevur drúgvar royndir í ungdómshondbóti, so føroyski strikuspælarin hugsar ikki at tað verður so neyðugt, men leggur afturat at Norra er í bólki við Danmark í innleiðandi bólkaspælinum í HM í januar, og føroyingarnir hava royndir móti teimum.
-Vit vóna sjálvandi at hann fær eitt betri úrslit móti Danmark enn vit sjálvir fingu, sigur Helgi Hildarson Hoydal at enda