Liðfelagi hjá Atla gevst

Øll árini føroyska málmanstalentið, Gunnar Nielsen, var í Frem, stóð hann í skugganum av einum royndum harra, ið kallast Jørgen Nielsen. Nú Gunnar fyri stuttum er farin til enska Blackburn, fer 36 ára gamli Jørgen Nielsen at gevast í Frem. Hesum boðaði hann frá í dag.

Orsøkin er tann, at hann nú ætlar at brúka alla sína tíð og orku at gera útbúgvingina sum samfelagsfrøðingur lidna.

 

Eftirnavnabróðurin hjá Gunnari, sum uttan iva hevur lært Gunnar nógv, var eitt skifti í 1997 í Liverpool FC. Síðani 2003 hevur hann spælt í Frem, hagar hann kom úr Farum, sum í dag kallast FC Nordsjælland.