Jan Sørensen ivast ikki í, at Óli Johannesen hevur allar tær neyðugu dygdirnar, sum skulu til, fyri at hann kann standa seg í bestu donsku deildini
Fótbóltur
Álvur Haraldsen/Jákup Mørk - Hvidovre
Tað er einki at ivast í, at ætlanirnar hjá Hvidovre fyri framtíðina eru stórar. Jan Sørensen, sum kom út Onglandi, tá Peter Schmeichel vildi hava hann, er settur sum manager í felagnum, og hann dylur heldur ikki fyri, at teir ætla sær fram í fremstu røð.
- Sum so er okkara ætlanir kanska ikki øðrvísi enn hjá so nógvum øðrum. Vit hava ætlanir um at koma longur fram, og tað vilja øll hini liðini helst eisini.
- Í ár hava vit ikki nakað krav um hetta, men komandi kappingarár skulu vit helst fara at trýsta okkum upp í oddin, so vit fáa ein av sessunum í superliguni, sigur hann.
Hópurin skiftur
At tað ikki bara er tos, sum hesar ætlanir byggja á, sæst eisini aftur í, at ikki færri enn 25 leikarar eru skiftir út í felagnum, síðani Jan Sørensen setti seg í sessin fyri einum ári síðani.
- Tað hevur so sjálvandi viðført, at liðið enn ikki er samanspælt, og í nøkrum av dystunum hevur hetta eisini kostað okkum stig. Tú kanst taka dystin í dag, har vit fáa eitt stig ístaðin fyri trý, soleiðis sum vit burdu havt fingið. Tað hevur verið søgan fleiri ferðir í ár, men tað er so einki at gera við.
Spurdur, um hann hóast hetta er nøgdur um teir leikarar, sum hann nú hevur at ráða yvir, sigur Jan Sørensen, at tað er hann so avgjørt.
- Tað er so at siga bara leikarar, sum eg sjálvur havi fingið til felagið. Onkur einstakur leikari er framvegis við, sum eisini var í felagnum áðrenn, men annars er alt nýtt. Eg veit, hvat hesir leikarar standa fyri, og sjálvur rokni eg við, at vit nú hava rætta hópin. Tað eru einir tveir leikarar, sum eg væl kundi hugsað mær afturat, og vónandi fáa vit eisini hesar, men yvir høvur eri eg nøgdir um hópin. Eg haldi eisini, at vit hava gjørt stór framstig seinastu fýra-fimm mánaðirnar, so tað skal nokk fara at koma.
Óli er undirmettur
Frá einum føroyskum sjónarhorni er tað sjálvandi sera áhugavert at vita, hvat Jan Sørensen heldur um Óla Johannesen sum leikara, og hendan spurningin settu vit honum sjálvandi.
- Fyrst og fremst haldi eg, at Óli er ein fittur fýrur.
- Annars havi eg alla tíðina hildið, at Óli hevur verið undirmettur sum fótbóltsspælari. Serliga í AGF, og tað er einki at ivast í, at hann eftir mínari meting hevur dygdirnar til at spæla í superliguni. Tað er so sjálvandi eisini orsøkin til, at eg havi heintað hann til felagið.
- Enn er hann sjálvandi ikki spældur heilt inn á liðið, men tað er so nakað, sum kemur við fleiri dystum, so tað beri eg als ongan ótta fyri, sigur Jan Sørensen at enda.