Aftaná 7 ára skúlagang fór hann til skips, fyrst við sluppini Gudrun í 1 ár, Arnevik, Barskor og Norðlýsinum, Atlansfarinum í 4 ár, Havman (norskur bátur), Norðhav, Glottanum og síðani Tindinum. Sum smádrongur var hann eisini við pápa sínum á útróðri við bátunum Makivík og Koralia.
Tá ið hann hevði verið til sjós í sløk 10 ár, fór hann upp á land at arbeiða og flutti til Klaksvíkar. Hann byrjaði í Hermetik, fór so á Heilsøluna hjá Kjølbro at arbeiða í 1 ár, áðrenn hann fór at arbeiða á Flakavirkinum hjá J/F Kjølbro, sum nú eitur Kósin. Har arbeiddi hann sum formaður og sum arbeiðsmaður til 2002, tá hann brádliga var noyddur at gevast vegna sjúku.
Tey flestu munnu kenna Óla sum ein raskan, arbeiðssaman og fryntligan mann. Honum dámar væl handaligt arbeiði og hevur gingið nakrar vetrar í kvøldskúlanum til smíð og hevur tilevnað mangt og hvat, m.a. vøggu og rugguhest til abbabørnini.
Hann hevur í nógv ár gingið á fjall á Trøllanesi og í Mikladali, raskur at fletta og er mangan farin út til fólk at fletta aftaná ein strævnan arbeiðsdag. Óli hevur altíð dámt væl at fleyga fugl norðuri á Nesi og annars fáast við alt tað, sum lívið í føðibygdini ber í sær.
Hansara hjartamál má sigast at vera Stjørnan, 8 mannafarið sum hann hevur saman við beiggja sínum Helga. Nógvar løtur eru farnar til útróður og stimitúrar, og mong munnu eisini mangan hava fingið eitt kók frá honum.
Ì frítíðini dámar honum væl at hyggja eftir fótbólti, er KÌ fjeppari og letur illa at, tá ið tað ikki gongur so væl. Sigur seg annars at verða Tjóðveldismann.....
Óli er heimkærur, dámar væl at hugna um børnini og abbabørnini. Altíð hava tey verið væl móttikin í Kongaríkium og nú í Sambýlinum á Heygnum. Heimið hevur altíð staðið opið, og fastur táttur hevur verið góður føroyskur matur.
Vit vilja ynskja Óla hjartaliga tillukku við føðingardegnum og Harrans signing. Vónandi fært tú ein góðan og hugnaligan dag.