Óli Breckmann tosaði um Baden Powel

? Vit skulu læra av hugsjónum Baden Powels.

Hesi vóru ráðini hjá Óla Breckmann, løgtings- og fólkatingsmanni, sum helt grækarismessurøðuni í Havn.

At Óli Breckamann hevur verið skóti var eyðsæð, og hann tók støðið í skótaarbeiðinum, sum Baden Powel fór undir saman við 25 skótum í 1907. Í dag kann talið á skótum faldast við 25 milliónum, segði Óli Breckmann m. a.

Eftir skránni skuldi Bjarni Bæk, dómpróstur halda røðuna, men hann hevði fingið forfall, og tí varð Óli Breckmann biðin í hansara stað.

Nógv fólk høvdu leitað sær oman á Vaglið í góðveðrinum, sum helt sær ta løtuna, hátíðarhaldið vardi.