Óli Breckmann: - Teir mugu hava etið seym

Óli Breckmann er í øðini inn á framferðina hjá donsku ríkisstjórnini, sum hann leggur undir at vera beinleiðis illviljaðar móti føroyingum

Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins, er sera vónbrotin av útspælinum hjá donsku stjórnini og hann er beinleiðis í øðini inn á

framferðarháttin hjá Fíggjarmálaráðnum í sambandi við fundin í

Keypmannahavn fríggjadagin.

- Teir hava brúkt eina lúsuta framferð móti landsstýrinum. Stjórnin

brúkar uppskotið hjá Javnaðarflokkinum, sum jarnbrot at knúska

føroyingarnar við, og tað líkist ongum, sigur Óli Breckmann.

Hann er skelkaður av framferðini hjá stjórnini, leggur Nyrup undir at hava tikið føroyingar sum gíðslar í donskum innanríkispolitikki.

- Hann hevur serstakliga vánalig úrslit at vísa á í veljarakanningunum og nú hevur hann lagt upp til strekkmarsj í spurninginum um evruna, sum danskt gjaldoyra. Hetta skulu føroyingar bløða fyri, tí hann vil ikki hava trupulleikar av okkum, men so lætt sleppur hann ikki, sigur Óli Breckmann.


Andstøðan

drigin upp á tráð

Óli er eisini rættuliga vónbrotin av støðuni, sum andstøðan í danska

fólkatinginum hevur tikið í Føroyamálinum og hann leggur beinleiðis

Nyrup undir at hava drigið donsku andstøðuna upp á tráð.

- Andstøðan hevur fingið at vita frá Nyrupi hvørji »ynski« føroyingar hava og tað er ikki so løgið, at teir taka undir við honum, tá teir hava fingið so skeivar upplýsingar, sigur Óli Breckmann.

Hann vísir á, at danir tosa um at 50 til 80 ár ganga áðrenn føroyska bruttotjóðarúrtøkan kemur upp á 2,5 mia. krónur, og tað heldur hann er fullkomiliga burtur úr vón og viti.

- Hugsið tykkum! Fyrst í fimti árunum var føroyska fíggjarlógin 9 -

níggju - milliónir krónur. Nú er hon um tríggjar milliardir. Tað er

meiri enn trý hundrað ferðir so nógv. Somuleiðis er føroyska

bruttotjóðarúrtøkan vaksin, so at tosa um 50 til 80 ár er heilt

burturvið. Teir mugu hava etið bláseym.

Tað finnast eingi tøl fyri BTÚ í fimtiárunum, men í 1962 var BTÚ 260 milliónir. Í dag er hon 7,4 milliardir og tað er talið í 1962 falda við 28,5.


Konservativu

fáa av at vita

Í fólkatinginum situr Óli í tingbólki við teimum konservativu. Í gjár var ein av teirra monnum siteraður fyri at siga, at teirra flokkur fór at kroysta føroyska bróðurflokkin til at skifta hugsan, men tað verður av ongum, sigur Óli.

- Vit fara á kunnandi fund við teir mikudagin, og har fáa teir greitt at vita frá okkum, hvat býr í uppskotinum og teir fáa av at vita, fyri at hava lurtað eftir »søguni« hjá Nyrup, sigur Óli Breckmann at enda.