Heilsuverk
? Her má annað skinn takast um bak.
Óli Breckmann, formaður í fíggjarnevndini hjá Løfringinum er púra avgjørdur um, at heilsuverkið skal fáast at virka betri.
?Heilsuverkið kostar einar 400 milliónir um árið og er tí eit stór útreiðsla hjá landskassanum.
Men tað kemur ferð eftir ferð fyri, at heilsuverkið ikki klárar at halda sínar játtanir og at tað tí er neyðugt við eykajáttanum.
Og Óli Breckmann sigur, at hetta við eykajáttanum er ein óskikkur, sum skal halda uppat.
?Tað ber ikki til, at vit skulu hava eitt heilsuverk, har tað ikki nervar ábyrgdarhavararnar at taka sjúklingar og Løgting til gísla ferð eftir ferð, tá ið pengar mangla í.
Tað er ein orsøk til at fíggjarnevndin nú er farin eina rundferð á tey trý sjúkrahúsini at kunna seg um viðurskiftini og fyri at vita, um nakað kann gerast fyri at fáa meiri burturúr tí menniskjansliga og fíggjarliga tilfeingi, sum hvørt ár verður lagt í hetta sama heilsuverk.
Steðgast við brestin
Og eftir at hava vitjað á teimum báðum smáu sjúkrahúsunum, heldur hann, at fíggjarnevndin er blivin ein heilan hóp klókari.
? Tað tykist ikki sum um tað ikki altíð er samsvar ímillum myndugleikan at taka avgerð um ymsar viðgerðir og tað fíggjarligu ábyrgdina- og tað skal ein endi fáast á.
Óli Breckmann sigur, at tað tykist um tað er ein trupulleiki, at tey trý sjúkrahúsini ikki samstarva nóg væl.
Tað tykist eisini, at skipanin, sum heilsuverkið arbeiðir undir, er nakað stirvin.
Tað, sum hann sipar til, eru hinar báðar greinarnar her á síðunum.
?Tað má ikki vera so, at ein lækni ikki kann taka eina skjóta avgerð, tá ið hendan avgerðin bæði er ein fíggjarligur fyrimunur fyri landskassan og ein menniskjansligur fyrimunur fyri sjúklingin.
Hann sigur, at tað er óhoyrt, at ein sjúklingur skal pínast í 18 mánaðir við brokk ímeðan hann bíðar eftir at sleppa inn á Landssjúkrahúsið, tá ið hann kann sleppa framat á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
?Tað má steðgast við brestin og hetta er avgjørt eitt mál, sum fíggjarnevndin fer at taka upp, saman við spurninginum um samskipanina av sjúkrahúsunum og mannagongdu num fyri, hvussu játtanin verður brúkt og kann brúkast.
?Tey trý sjúkrahúsini mugu kunna virka sum ein eind, har bæði sjúklingar- og ikki minst læknar, kunnu ferðast ímillum tey trý sjúkrahúsini, sigur Óli Breckmann.
? Tað kann væl vera, at skipanin er ov stirvin. Men tað kann eisini vera, at tann politiski parturin viga ov tungt, tá ið ein játtan verður brúkt og tann fakligi parturin ov lítil. Tað kann ikki vera so, at tað skal politiskt stýrt, hvussu játtanin verður brúkt.
Óli Breckmann sigur, at hetta eru mál, sum fíggjarnevndin fer at kanna út í æsir fyri at fáa fulla greiði á, hvussu samanhangurin er.










