Tað man neyvan vera neyðugt at greiða gjøllari frá, hvør maðurin er, men nøkur fakta skula tó nevnast: Hann er sonur Astrid, f. Dahl-Olsen, og Ludvig Breckmann í Havn. Hann tók studentsprógv í Havn, síðani Master of Arts í enskum máli í Edinburgh í 1971 og BSc í felaga- og búskaparsøgu í Bristol í 1974.
Hetta sama árið varð hann valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoy og hevur verið tingmaður floksins síðani. Hann var eisini fólkatingsmaður frá 1984 til 2001.
Hansara borgarligu størv hava verið adjunktur á Studentaskúlanum 1974-84 og blaðstjóri á Dagblaðnum 1975-91 og síðani 1998. Serliga sum blaðstjóri er Óli Breckmann tiltikin hvassorðaður.
Hann hevur givið fleiri bøkur út. Tann fyrsta kallaðist ?Stavnurin? og var eitt savn av hansara politisku greinum. ?Jól á halanum? er um skiparan og vinnulívsmannin Hans Paula Johannesen, og bøkurnar ?Skálvíksdrongur sildakongur? eru um Eiler Jacobsen.
Óli Breckmann er nú formaður í tingbólki Fólkafloksins, og hann er eisini formaður í fíggjarnevndini.
Hann er giftur við Birnu Midjord av Argjum. Tey búgva úti á Hamri á Argjum.