Í 1944 byrjaði Óli Arge (Buss Óli) við eini bussleið í Havn. Fýra tey fyrstu árini koyrdi hann við einum lastbili, sum teir báðir Victor Carlsen og George Eklund bygdu um til buss. Í 1948 fær Óli ein annan Bedford buss úr Onglandi við sitiplássum til 32 ferðandi.
Nevnast kann, at Óli Arge var tann fyrsti, sum byrjaði rutukoyring við bussi í Havn.
Á myndini eru gamla telefonstøðin og løgtingshúsið, ið nú eru samanbygd.
Oyggin á vegnum, ið her ikki er heilt liðug, varð gjørd, eftir at lok varð lagt á Havnará í 1957, og bleivn hon tikin burtur aftur í 1969. Eitt tíðarskeið stóð jólatræið, sum annars hevur staðið á Tingúsvøllinum síðan 1934, á hesi oynni.










