LHG Group - framleiða og endurnýta SUVO rustverju

Sølu og innkeypsstjórin hjá donsku fyritøkuni, LHG Group A/S, ið eisini framleiða SUVO rustverju, kannar møguleikarnar fyri at einum SUVO rustviðgerðarstøð í Føroyum, ið hann heldur at tørvur er á

LHG Group A/S er ein 30 ára gomul donsk fyritøka, ið sjálv framleiðir 300 tons av SUVO rustverju árliga til bilar og til ídnaðin. Umframt hesa framleiðsluna endurnýta teir 250 tons av rustverju árliga. Tað gongur fyri seg á tann hátt, at yvirskotsrustverjan, ið rennur burtur, tá ein bilur verður rustviðgjørdur, verður endurnýtt til eitt nú undirvognsviðgerð. Umframt at framleiða útgerð til bilvinnugreinina, framleiða teir eisini sproytuútgerð til ymiskar ídnaðargreinar. Til dømis at sproyta glasur uppá smákøkur, sproyting av printplátum og rustviðgerð av ymiskum sløgum. Í Danmark geva teir upp til 15 ára gjøgnumteringsgaranti uppá rust-verju av nýggjum bilum.