Í kvøld klokkan 19.20 verður fjóðri parturin av sjónvarpsrøðini Gud Signi Føroyar sendur í Kringvarpinum - hesaferð er tað fólkakirkjan, sum er til viðgerar í sendingini.
Í brellbita, sum Kringvarpið hevur lagt á heimasíðuna, sigur Bergur Debes Joensen, prestur, at tey sum stuðla LGBT-rørsluni í dag leggja sama trýst á kirkjuna, sum kommunisman og marxisman gjørdu í sjeyti- og áttatiárunum.
Les eisini: Í kvøld verður føroyska fólkakirkjan viðgjørd
Fimta og sætta sending av sendirøðini Gud signi Føroyar verða vístar komandi tvey hóskvøldini. Sí brotið við Bergi Debes Joensen úr fjórðu sending her.