Aftur í ár vístu føroyingar á Faroe Pride, at teir ynskja eitt rúmligari og øðrvísi samfelag, tá um 6000 fólk gingu lið um lið oman gjøgnum havnargøtur leygardagin 27. juli fyri at vísa sín stuðul til LGBT Føroyar. Eitt av høvuðsendamálunum hjá LGBT er at berjast fyri at skapa eitt samfelag, har allir borgarar verða javnsettir.
Byrjað var uppi í Gundadali, har fólk tyrptust úr øllum ættum í Føroyum fyri at ganga við í stórslidnu Faroe Pride skrúðgonguni. Síðani varð gingið oman ígjøgnum býin framvið løgtinginum og oman á Kongabrúnna, har ein stór konsert varð hildin við nógvum av fremstu tónleikarunum í Føroyum, so sum Teitur, Sakaris, Grandma's Basement, Vágaverk, Marius Ziska, og Hjørdis Johansen. Ria Tórgarð var frásøgufólk. Kári Jacobsen, kendur frá NALJA, og nøkur fólk aftrat honum, Eyð Berghamar Jacobsen, Jens Marni og Arnfríð Lützen, byrjaðu og endaðu konsertina við oyrafangandi popplagnum, kallað "Ymisk", sum Kári hevur gjørt júst til hetta serliga høvi.
Eftir stutta tíð hevur Faroe Pride ment seg til at verða millum heimsins størstu Pride skrúðgongur, sæð í mun til fólkatalið. Eingin ivi er um, at hetta er eitt tekin um, at hugburðsbroytingar eru hendar í samfelagnum.
- Gongdin, sum hevur verið seinastu árini, har alt fleiri LGBTarar velja at liva opið í føroyska samfelagnum, ger, at politiska skipanin má taka støðu til, hvørji rættindi hesi fólkini skulu hava, sigur Sonja Jógvansdóttir, nevndarlimur í LGBT Føroyar. - Tað ber ikki til, at vit hava ein minniluta av borgarum, sum orsaka av sínum seksualiteti eru annanrangs borgarar í sínum egna landi, leggur Sonja Jógvansdóttir dent á.
- Komandi heyst fer at verða ógvuliga avgerðandi fyri LGBTarar í Føroyum, tí tá skal løgtingið taka støðu til at javnseta samkynd og hinskynd í hjúnarbandslógini. Tað er okkara vón, at tann stuðul, sum vit hava í fólkinum, og sum vit sóu á Pridini í ár, fer at ávirka okkara politikarar, sigur hon.
- Øll vit í LGBT Føroyar vilja takka øllum teimum mongu, sum tóku lut á Pridini. Tykkara stuðul gevur okkum treysti at halda áfram og helmað verður ikki í, fyrr enn vunnið er á mál, sigur Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyar.
Her er eitt sjónband, sum gevur ein varhuga av, hvussu nógv fólk luttóku á Faroe Pride í ár:
<iframe src="https://www.facebook.com/video/embed?video_id=10151644047368521" width="640" height="360" frameborder="0"></iframe>