LGBT Føroyar, rørslan fyri samkynd, tvíkynd og transkynd, vann í gjár heiðurin sum ársins felagsskapur í danska kongaríkinum. Talan er um eina sokallaða Axgil virðisløn, sum rørslan fekk handað á stórsligari móttøku í Keypmannahavn.
Tað er danska vinnuhúsið Copenhagen Gay & Lesbian Chamber of Commerce, sum á hvørjum árið skipar fyri virðislønarhandanini, sum heiðrar ymisk feløg, persónar og fyritøkur, ið mett verður gera eitt munagott arbeiði til framafyri LGBT fólk í danska kongaríkinum.
Tilsamans 7 ymiskar Axgil virðislønir innan vinnulív, mentan, ítrótt, miðlar, býarlív, persónar og felagsskapir blivu latnar. Eitt nú vann danski kirkjumálaráðharrin, Manu Sareen, ársins miðlavirðisløn.
LGBT Føroyar kappaðist um heiðurin sum Årets organistion móti SLM København og Aarhus Pride.
Høgni Miné og Ólavur Eysturdal umboðaðu LGBT Føroyar í gjárkvøldið og tóku móti heiðrinum á Bremen Teater í Keypmannahavn.
Høgni Miné, varalimur í nevndini í LGBT Føroyar, helt hesa takkarrøðuna fyri teimum 600 gestunum, sum vóru í Bremen Teater.
Tað eru lesarnir á danska blaðnum Out & About, ið hava valt LGBT Føroyar sum ársins felagsskap.