Byrjað verður longu í dag 29. november, tá langur leygardagur er í miðbýðnum í Havn.
Handilin er nýliga umbygdur, soleiðis at hann nú er meiri ljósur og innbjóðandi. Nógv nýtt er komið heim, so handilin er á tremur við alskyns gávuhugskotum. Dentur verður lagdur á at hava so breitt úrval av gávuhugskotum sum gjørligt, soleiðis at pláss er fyri øllum, frá køks & búnýtum til meira stílfullar gávulutir, har designið er í hásæti.
Stóra brakið verður so mánadagin 1. desember. Tá byrjar hátíðarhaldið frá morgunstundini av, við tað at teir fyrstu 50 kundarnir fáa ein gávupakka til eitt virði av 150 krónum. Stórur 50 krónu jólagávumarknaður verður allan dagin. Har møguleiki er at ogna sær eina jólagávu til familju ella vin fyri einans 50 krónur. Frá kl. 15-18 verða kakao og køkur at fáa til øll viðskiftafólkini.
Veitslan steðgar tó ikki her, tí fyrireikararnir hava verið víða um fyri at fáa fatur á tveimun "heimskendum kenningum í Føroyum". Meðalaldurin á teimum man liggja um tey hálvthundrað, og man ikki hvørt mansbarn yvir 25 ár kenna í hvussu er annan gestin, tey eldru minnast kanska hin.
Tann eldri gesturin er 78 ára gamla leyvan, sum stóð í handlinum hjá Z. Heinesen. Í sambandi við føðingardagin vitjar leyvan nú aftur í Vágsbotni. Hetta má metast sum ein forkunnug og nostalgisk vitjan.
Hin gesturin, ja, er hann nevndur, so er hann kendur. Talan er um jólamannin sum í nógv ár stóð í framsýningar-vindeyganum hjá Katrinu Christiansen við Áarvegin í Havn. Hann hevur verið burtur í nøkur ár, men nú hevur hann hildið leiðina aftur til Havnar í sambandi við føðingardagshaldið hjá Valdemar Lützen. Hann letur heilsa og væntar at síggja nógv børn í desember mánað. Tá hann sær børnini, ið koma fram við, skrivar hann jólagávuynski teirra niður á eitt ark. Jólamaðurin verður staddur í Vágsbotni frá 29. november til 7. desember 2003. Síðan flytur hann út til amboðsdeildina á Skálatrøð, har hann verður til jólaaftan.