Leyst lív og spýggja ger um seg á Dana Cup

Um 50 ungdómar á Dana-cup liggja í løtuni við tí, ið vanliga verður kallað Roskildesjúkan.

Roskildesjúka er smittusjúka, ið førir við sær ógvisliga spýggju og bleytan maga, og oftast er sjúkan at síggja á sjúkrahúsum og dagstovnum, og annars spjaðist sjúkan skjótt, har nógv fólk koma saman.

- Tey hava havt ógvisliga spýggju og hava havt læknavitjan, sigur Torben Vandsted, samskiftisfólk fyri Dana Cup, við DR í Norðurjútlandi.

Tey sjúku eru øll flutt á Holmegårdsskúlan í Hjørring, og reingerðarlið hevur verið og desinfiserað tey støðini, har tey ungu hava verið.

Leiðslan á Dana Cup vónar, at smittuvandin nú er av.

Fleiri føroysk dreingja- og gentulið plaga at vera við á Dana Cup, men sum skilst eru tey sjúku øll frá Kuala Lumpur og Suðuramerika. Torben Vandsted sigur, at roknast kann við, at tey hava havt sjúkuna við til Danmarkar frá aðrari kapping uttanlands.

Vanliga hæsar roskildesjúkan av eftir eitt døgn ella tvey, men hjá børnum kann taka upp í eina viku.