Silly Season er heitið, sum tíðarskeiðið tá flytingarvindeygað er opin, hevur fingið. Tá eru altíð nógvar søgur um møgulig spælaraskifti, men søgan hevur lært okkum, at langt frá alt verður til nakað. Her hava vit samla nakrar av teimum søgunum, sum altjóða miðlar skriva í løtuni.
Real Madrid skal hava nýggjan venjara, eftir at Zinedine Zidane heldur óvæntað takkaði fyri seg í vikuni. Spanska blaðið, Marca, sum er tiltiki fyri at hava góðar keldir í Real Madrid, skrivaði umgangandi, at felagið ynskir at fáa venjaran hjá Tottenham, Mauricio Pochettino.
Í samband við bókaframløgu, hevur hann sagt, at tú mást lurta tá Real Madrid kemur við einum tilboði. Tó hevur hann júst longt sáttmálan við Tottenham, so tað veður á ongan hátt ein bílig loysn, um tað verður til tað.
Liverpool er í holt við at keypa franska landsliðsspælaran, Nabil Fekir, úr Lyon. Bretskir miðlar skriva, at skiftið nærkast, meðan BILD í Týsklandi heldur fyri, at Bayern Munchen ætlar sær eisini at keypa framrættaða miðvallaran.
Dailymail og aðrir miðlar skriva, at Manchester United ætlar sær at keypa Marko Arnautović úr West Ham. José Mourinho er avmyndaður til landsdyst hjá Eysturríki, men mett verður West Ham ikki ætlar at selja fyri minni enn umleið eina hálva milliard krónur.
Manchester United er eisini í holt við at tryggja sær brasilska Fred úr Shakhtar Donetsk. 25 ára gamli miðvallarin hevur verið settur í samband við Manchester United siðani í summar, skrivar The Guardian.
Bæði Cristiano Ronaldo og Gareth Bale skulu eitast at verða ónøgdir í Real Madrid. Cristiano Ronldo er nakað aftanfyri í ársløn í mun til Lionel Messi og Neymar, tí skal portugisiska heimsstjørna vilja hava ein størri sáttmála. Hinvegin, so vil Garteh Bale bara hava spælitíð. Hann er ikki altíð millum teir fyrstu ellivu hjá Real Madrid. Her hevur Manchester United verið nevnt sum ein møguleiki, men eink sum ljóðar til at vera seriøst enn.
Napoli hevur takkað nei til 400 milliónir krónur fyri miðvallaran, Jorginho. Manchester City hevur verið eftir 26 ára gamla italski landsliðsspælaranum í eina tíð, men eigarin í Napoli hevur alment boðaða frá, at felagið hevur takkað nei.










