Tvær kvinnur, sum hava verið gíslar í Kolumbia í fimm ár, vórðu í gjár latnar leysar Skipað varð fyri stórari móttøku, tá tær báðar kvinnurnar komu við flogfari til høvuðsstaðin í Venesuela, Caracas.
Millum teirra, sum tóku ímóti, var venesuelski forsetin, Hugo Chavez, og tað var ikki av tilvild, tí tað var hann, sum fekk kolumbisku uppreistrarrørsluna FARC at lata tær báðar kvinnurnar leysar. Politiskir eygleiðarar siga, at leyslatingin er eitt stórsigur fyri Chavez.
Onnur kvinnan, Consuelo Gonzales, er fyrrverandi politikari. Hin, Clata Rojas, arbeiddi hjá komombiska forsetavalevninum Betancourt, sum eisini varð burturflutt, og sum framvegis er gísli hjá FARC.