Tað er eingin loyna, at tað serliga er á álopssíðuni, at hópurin hjá B36 er tunnur, og at felagið leingi hevur leitað eftir einum typiskum málskjútta til at bøta um støðuna. Nú er brasiliumaðurin Wellington komin at royndarvenja.
Vil fegin til Føroya
Wellington er ikki heilt ókendur í Føroyum. Hann hevur áður leikt við FS Vágum, og sum skilst hevur brasiliumaðurin eitt stórt ynski um at sleppa aftur at spæla fótbólt í Føroyum.
Í B36 hava tey enn ikki tikið støðu til, um Wellington skal fáa sáttmála við felagið. Í fyrstu atløgu royndarvenur álopsmaðurin við felagnum í eina viku, áðrenn støða verður tikin til, um brasiliumaðurin skal verða ein partur av fyrstaliðshópinum hjá B36.
Annars fegnast tey í árstalsfelagnum um, at nýggi suðurafrikanski spælarin hjá teimum, Obi, nú hevur fingið øll pappírini upp á pláss, so at hann kann verða við í dystinum í Formuladeildini komandi vikuskifti.