Leypa ótta á allan heimin

Vandin fyri eini kjarnorkuvanlukku í Japan hevur sent ein skelk ígjøgnum allan heimin og nú eru fleiri lond við kjarnorku, og ætlanum um at byggja kjarnorkuverk, farin at endurskoða sínar ætlanir av nýggjum. Tað eru vanlig tíðindi í útlendskum miðlum í hesum døgum.

Og tað fær tey, sum fáast við at menna varandi orkukeldur, at kníggja sær í lógvunum.

Í Týsklandi hava tey ætlað at hava kjarorkuverk virkin longri enn upprunaliga ætlað, men nú er avgjørt at kanna trygdina av nýggjum og tá ið tær kanningarnar eru lidnar, verður endalig støða tikin.

- Hetta er eitt mál, sum skal kannast av fullum huga út í æsir, so at allur ivi verður beindur burtur, hevur Angela Mekel, kanslari, sagt við týskar miðlar.

Tað merkir eisini, at nøkur av teimum eldru kjarnorkuverkunum í Týsklandi verða steðgað fyribils.

- Vandin fyri eini vanlukku í Japan eigur at fáa okkum at endurskoða ætlanirnar at brúka kjarnorku yvirhøvur, tí hetta vísir, at eisini nýmótans kjarnorkuverk hava sínar veikleikar, sigur Angela Merkel, kanslari.

Eisini í øðrum londum eru tey farin at ivast.

Í Sveis verða ongi kjarnorkuverk bygt fyri tey gomlu, fyrrenn trygdarkrøvini eru gjøgnumgingin av nýggjum.

Og í dag fara orkumálaráðharrarnir í ES at hittast at viðgera kjarnorkutrygd í víðastu merking og tí eru eisini serfrøðingar í geislavirkni og umboð fyri kjarnorkuverkini boðin við.

Eisini í USA tosað tey um at steðga á við ætlanum at byggja kjarnorkuverk

Hinvegin halda serfrøðingar ikki, at hetta fer at fáa fleiri menningarlond at sleppa sínum kjarnorkuætlanum

Myndugleikarnir í Kina hava longu boðað frá, at hetta ávirkar ikki teirra ætlanir, men í India ætla tey at kanna trygdarviðurskiftini.

Í Russlandi eru ætlanir um at byggja tíggjutals kjarnorkuverk næstu árini og Putin, forsætisráðharri, hevur longu boðað frá, at hesar ætlanirnar verða ikki broyttar.