Leypa á kortini

USA fer at leypa á Irak, sjálvt um Saddam Hussein fer av landinum.

Amerikanarar fara at gera innrás í Irak, sjálvt um irakski forsetin, Saddam Hussein, ger eftir kravinum hjá George W. Bush, forseta um at fara úr Irak innan klokkan eitt í nátt. Tað var annars treytin hjá Bush, tá hann boðaði frá, at fara Saddam Hussein og synir hansara ikki úr Irak innan klokkan eitt í nátt, fer USA at leypa á landið.
Men amerikanarar fara at leypa á kortini. Tað segði talsmaðurin hjá Bush, Ari Fleischer, í gjár.
Samstundis boðaði Colin Powell, uttanríkisráðharri frá, at hann ætlar sær ikki á fundin hjá ST-trygdarráðnum seinni í dag, sum týski uttanríkisráðharrin, Joschka Fischer, hevur tikið stig til.
- Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at fara á fundin, og eg vænti, at okkara ST-sendiharri, John Negroponte, fer at taka sær av okkara áhugamálum, segði Colin Powell.