Leypa á bláman í kvøld

Sólin skínur enn bjørt yvir nólsoyarbygd, og tað ger ungdómurin sær dælt av.

Sólin skínur enn bjørt yvir nólsoyarbygd, og tað ger ungdómurin sær dælt av.

 

Í góðverðinum í kvøld hugna ungdómar í Nólsoy sær við at leypa á bláman.

 

Ein skuldi trú, at tað var kalt at svimja á sjónum í kvøld, men so tykist ikki. Ungdómarnir leypa útí sum einki var.

 

Summi skvatla við einum árabáti, meðan onnur hugna sær í sjónum.

 

Sanniliga eitt gott og hugnaligt kvøld í Nólsoy í kvøld.