Leyp á vegin – tvær staðni

Landsverk hevur ruddað vegin aftur

Nú tað er vorðið lýggjari afturm toybil hevur verið hesar seinastu dagarnar, hevur Landsverk ávarað ímóti, at tað kundi loypa á vegirnar, har tað var bratt.

Fyrbils hevur løgreglan fingið boð um eitt vegastrekkim har tað er lopið. Tað var tíðliga í morgun, at løgreglan fekk boð um at tað var lopið oman á Tjørnuvíkarvegin. Tað var í tveimum støðum, at steinar lógu á vegnum, men eingin var fyri so eingin skaði hendi.

Løgreglan sigur, at Landsverk fekk boð um støðuna og tey hava verið og ruddað steinarnar av vegnum