Orðatakið um, at har ein skriða er lopin, er onnur væntandi, kom at ganga út í morgun ella i nátt, tá ið tað leyp oman á Syðradalsvegin á Streymoynni.
Skriðulopið var vestan fyri Fossdal, uppi á Leiti, júst í sama stað, har tað leyp herfyri.
Lopið hesaferð var størri enn seinast. Umleið 500 rúmmetrar av eyri, mold og steinum riðu oman og stongdu vegin.
Tíðliga í morgun fóru fólk og bilar frá Landsverki at rudda vegin, og um middagsleitið var koyrandi aftur.
Í Syðradali búgva tvær familjur, og har var ein drongur, sum skuldi í skúla í morgun. Tað slapp hann, hóast ikki var koyrandi, tí bilur stóð fyri hinum hinumegin lopið.
Landsverk hevði væntað fleiri lop, nú blot er komið í, og tí hava menn frá Landsverki koyrt runt og hugt, har skriðulop plaga at vera. Heini Eysturoy visti í morgun ikki um nakað annað størri lop, men nógvastaðni er smágrót komið oman á vegirnar.