Kvinnan var saman við fleiri øðrum fólkum á einari framsýningarferð í einum krokodillugarði, tá hon brádliga leyp niður í hylin. Ferðaleiðarin hevur greitt løgregluni frá, at alt hendi so skjótt, at hjálparfólkini fingu einki gjørt.
Thailendska løgreglan kunngjørdi seinni, at talan var um eitt ætlað sjálvmorð. Tað vísti seg, at kvinnan hevði skrivað eitt skilnaðarbræv, har hon skrivaði, at hon hevði gjørt av at taka lívið av sær.