Fæstu okkara høvdu frívilliga farið í nærdyst við ein háv. Men, tá ein tveir metrar langur gráhávur kom inn móti strondini í Queensland í Avstralia, var tað júst hetta, sum ein av gestunum á strondini hendan dagin gjørdi.
Maðurin, sum ikki hevði onnur "vápn" enn sínar egnu og beru hendur og nevar, leyp út í sjógvin og jagstraði hávin út á djúpan sjógv.
Gráhávur verður roknaður fyri at vera vandamikil fyri menniskju, men hendingin út fyri avstralsku strondini hendan dagin, endaði í øllum góðum.
Hávurin hevði skapt órógv við strondina, áðrenn maðurin leyp út í og jagstraði hann burtur.