Visit Tórshavn og morgunbólkurin í Sandagerði bjóða til vetrardypp í Sandágerði mánadagin 28. desembur. Tiltakið, ið ber heitið Vetrardypp, gevur luttakandi møguleikan at njóta vælveruna úti í náttúruni eftir nakrar dagar um jólaborðið.
Visit Tórshavn skrivar, at dgurin byrjar við at Marianna Vang Simonsen frá Javnvág, kemur at hita upp við yoga, áðrenn tey luttakandi í felag leypa á bláman.
- Eftir kalda dyppið verður møguleiki fyri at fáa hitan aftur í einum av heitu pottunum, sum eru settir upp í Sandágerði til tiltakið.
Visit Tórshavn sissar øll við, at um okkurt skuldi gingið galið, so vera bjargingarfólk á staðnum.
Vetrardypp í Sandágerði verður mánadagin 28. desember frá klokkan 13 til 16.
Tað er morgunbólkurin í Sandágerði, sum saman við Visit Tórshavn skipar fyri tiltakinum.