Leygardagsbløðini koma út til haldararnar

Hóast Postverk Føroya ikki longur fer at taka sær av leygardagsútberingini av dagbløðunum, so verða haldararnir ikki snýttir fyri vikuskiftisbløðini, tí tey vera borið út kortini.

Í dag er 1. apríl og komandi leygardag - tann 10. apríl - er fyrsti leygardagur í nýggju tíðarrokningini hjá Postverki Føroya.

Tað er nevniliga fyrsti leygardagur eingin postur verður borin út.

Undir vanligum umstøðum vildi tað merkt, at eingi leygardagsbløð vórðu borin haldarunum, útkomudagin, men so verður kortini ikki.

Bløðini verða borin haldarunum - tað verður bara ikki Postverkið, sum fer at bera leygardagsbløðini út, men ein onnur fyritøka, sum eitur Müller & Stakksund.


Sparingar orsøkin

Tað er ikki so langt síðan, at leiðslan á Postverki Føroya gjørdi eina avtalu við Postfelagið, sum innibar, at útberingin av posti leygardag heldur uppat.

Orsøkin til hesa umlegging er, at Postverkið ikki fær pening á fíggjarlógini longur, og fyri at fáa fyritøkuna at bera seg fíggjarliga er neyðugt við umleggingum soleiðis at kostnaðarstøðið kann fáast niður.

Hjá bløðunum kom hetta, sum vera man illa við.

Ofta verður meira gjørt burturúr leygardagsblaðnum, sum í mangar mátar er eitt vikuskiftisblað heldur enn eitt leygardagsblað.

Síðani hevur verið roynt at fáa eina skipan upp at standa, soleiðis at haldararnir ikki verða við sviðusoð, nú Postverkið gevst við leygardagsútberingini.

Hetta er nú komið upp á pláss soleiðis, at Müller & Stakksund frá komandi leygardegi syrgja fyri, at haldararnir fáa blaðið