Leygardagin verður Gníst í Nólsoy

- Øll, sum koma til Gníst-tiltakið í Nólsoy, verða skrásett við navni og telefonnummari, sigur Brian Hansen, stigtakari.

 

Tað er her á umleið 1300 fermetrum, at Gníst-tiltakið í Nólsoy verður hildið.

 

 

Leygardagin 3. juli, sum er leygardagin komandi, verður stórt konserttiltak í Nólsoy, sum stigtakararnir hava valt at kalla orginala Gníst. Teir, sum eiga hugskotið, eru í fyrsta lagi Brian Hansen og Bjarni Hansen.

 

Tiltakið verður hildið á grøna blettinum í Nólsoy - vanliga rópt Billuryggur - og hetta er eitt stykkið, sum Brian Hansen keypti fyri nøkrum árum síðan.

 

Sjálvur sigur Brian, at lendið, har festivalurin verður hildin, tilsamans er einar 1300 fermetrar, tá vegurin, sum gongur niðan við stykkinum sunnan fyri, er íroknaður. Tað er Sp/f Steingrund Akustikk, sum kemur við palli, ljóði og øllum tilhoyri.

 

Pallurin verður settur upp á vegnum niðan fyri, soleiðis at garðurin niðan til grøna blettin líka sum verður framsíðan á pallinum. Samstundis verða vegirnir, har pallurin kemur at standa og vegurin sunnan fyri grøna blettin, stongdir fyri ferðslu.

 

- Tá eg keypti økið, hugsaði eg, at tað kundi verið stuttligt einaferð at havt eitt konserttiltak her, men tá hevði eg ikki droymt um, at tiltakið skuldi gerast so stórt, sum Gníst-tiltakið nú verður, sigur Brian Hansen.

 

Ein sunnudag á ovastevnu fyri nøkrum árum síðan, tá veðrið var so ómetaliga gott, settu nólsoyingar spontant upp hátalarar og annað út við handilin í bygdini. Brian Hansen vísir á, at hetta var ein sera hugnalig løta, og tá fekk hann eina kenslu av, hvussu eitt slíkt konsert-tiltak kundi verið í Nólsoy.

 

- Nú gleða vit okkum rættiliga til stóra tiltakið leygardagin. 

 

Brosandi sigur hann, at tá hann fyri eini 2-3 árum síðan vitjaði á Maggies, spurdi hann Terja Rasmussen, um hann vildi spæla, um hann tók stig til eitt konserttiltak, og tá gjørdu teir eisini eitt slag av einari avtalu.

 

- Á konserttiltakinum fara vit at hava eitt sonevnt húsaorkestur, sum spælir undir hjá nøkrum av solistunum, og síðan fara aðrir tónleikarar at hava sítt egna orkestur, sigur Brian Hansen.

 

Skráin fyri tiltakið leygardagin byrjar klokkan 13, tá Maggies letur upp og fyrsti bólkurin, sum fer á pall, verða Spælimenninir í Nólsoy, sum byrja at spæla klokkan 14.30. Klokkan 15 verður høvi at keypa føroyskan búff við rómaeplum, og tá eru tað Kokk & Klavn - Nicolaj Falch og Beinir Poulsen - sum skipa fyri.

 

Stutt eftir, at høvi verður at keypa búff, fara Kim Hansen og Maria R. á Heygum á pallin, og klokkan 16 verður tað Herborg Torkilsdóttir. Anfinn Nielsen fer á pallin klokkan 16.45, og trý korter seinni verður tað bólkurin, sum rópar seg HEBBBH, sum eru Brian Hansen & Bjarni Hansen saman við øðrum.

 

- Vit hava vant, men vit høvdu einki navn til bólkin, og tí eru hetta forbókstavirnir hjá okkum, sum manna bólkin, sigur Brian Hansen brosandi. 

 

Nú eru tríggir solistar eftir at fara á pall í Nólsoy, og fyrstur av teimum verður Jóan Jakku Guttesen, sum spælir klokkan 18.15, Terji Rasmussen klokkan 19 - og síðan Eyðun Nolsøe, sum sleppur at enda konserttiltakið klokkan 20. 

 

Brian Hansen sigur, at atgongumerkini til tiltakið eru øll seld á netinum, og hesum hevur maggies.fo tikið sær av. Á heimasíðuni stendur, at útselt er til konsertina.

 

- Vit hava samskift neyvt við Pál Weihe, ráðgeva, og avgjørt er, at samlaða sølan verður 400 atgongumerki. Tey 100 atgongumerkini, sum eru eftir, eru til tónleikarar, hjálparfólk, børn og onnur. 

Soleiðis verður talið 500, sum er sambært heilsufrøðiligu tilmælunum í løtuni og øll, sum koma til Gníst-tiltakið í Nólsoy, verða skrásett við navni og telefonnummari. 

 

Ætlanin hjá Briani Hansen og hansara fólkum í Nólsoy var upprunaliga, at dagurin í Nólsoy skuldi gerast eitt stórt familjutiltak, har øll høvdu høvi at koma - eisini við børnum, men vegna koronu-farsóttina, sum enn ikki er hasað av, er tiltakið skipað neyvt í samstarvi við heilsufrøðiligu ráðgevingina.

 

##med2##

 

 

 

Tað er her á umleið 1300 fermetrum, at Gníst-tiltakið í Nólsoy verður hildið.

Pallurin kemur at standa her inni á vegnum - við betonggarðinum sum framsíðu.