Leygardagin verður grønt í Marghøllini

Nú verður farið undir at leggja graslíki í Marghøllina í Vági

Nú verður farið undir at leggja graslíki í Marghøllini í Vági.

Heimasíðan hjá høllini skrivar, at væntandi verður byrjað í dag ella tíðliga í morginárini.

- Fyrst verður undirlag lagt út og eftir tað verður sjálvur graslíkisvøllurin lagdur, skrivar heimasíðan.

Tey vænta, at tað longu verður grønt komandi vikuskifti, tí arbeiðið at leggja vøllin skal einans taka eina viku. Tey vónað, at fyrstu venjingarnar í høllini vera longu hendan mánaðin.

Aftaná, at graslíki er lagt á, skulu rennibreytirnar rundan um vøllin gerast. 

- Rennibreytin verður løgd fyrst í februar. Tá er arbeiðið við innibygningunum eisini komið væl áleiðis. Í innibygninginum eru skiftirúm, wc, goymslurúm, skrivstovur, undirvísingar- og fundarhølir og køkur, stendur á heimasíðuni. Harumframt verður økið millum Marghøllina og Páls Høll eisini fríðkað.