Seinastu vikurnar hava ymsu flokkarnir dúgliga kunngjørt ymisk valevni til løgtingsvalið 31. august, men leygardagin 17. august skulu teir hava funnið endaliga valevnalistan.
Sambært ásetingunum hjá løgtingsvalsnevndini, kunnu flokkarnir í mesta lagi stilla upp 43 valevni, tó at flokkarnir sjáldan røkka hámarkinum.
Í løtuni – sambært ófullfíggjaðum yvirlitið – hevur Tjóðveldi 31 valevni, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin 28 valevni, Sambandsflokkurin 27 valevni, Framsókn 14 valevni, Miðflokkurin 13, Sjálvstýri 12, Framtakið fyri rættinum at velja kannabis 6 valevni og Føroyaflokkurin hevur 3 valevni.
Sum er, eru kvinnur umboðaðar á valevnalistunum hjá øllum flokkum, undantikið Føroyaflokkinum. Tó er misjavnt við kynsbýtinum, og áleið 70 prosent av samlaðu valevnunum eru mannfólk, sum tó kann broytast eitt sindur áðrenn freistina leygardagin.











