Leygardagin byrja framsýningarnar hjá Havnar Fimleikarafelag

Fimleikaraframsýningarnar eru deildar upp soleiðis:

 

Leygardagin klokkan 10 eru tað smærri børn, eitt nú øll liðini við børnum undir skúlaaldri, sum sýna fram.

 

Klokkan 13:30 eru tað børn, eitt nú øll lið við børnum í 1. ? 3. flokki

 

Klokkan 17 eru tað ung, eitt nú øll lið við ungum í 4. ? 6. flokki, sum sýna fram sín dugnaskap

 

Mánadagin kl 19 eru tað vaksin ? frá 7. flokki og eldri.

 

Havnar Fimleikarfelag sigur, at til allar fimleikaraframsýningarnar verða framførslur við kappingarliðum í reiðskapi og estetiskum kappingarliðum, herumframt verða merki og íðnisprógv handað fimleikarunum eftir hvørja framsýning.

 

Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma undan framsýningini, og er kostnaður 80 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn. Avsláttur verður givin, um vaksin keypa atgongumerki til fleiri framsýningar.

 

- Havnar Fimleikarfelag, sum hevur 1200 íðkandi limir, verður 100 ár í ár - og økist áhugin fyri fimleiki fyri hvørt ár, nærri upplýsingar um felagið og nærri skrá fyri framsýningarnar eru á heimasíðu felagsins www.hf.fo