Lewis Hamilton byrjar fremstur

Hamilton koyrdi í seinastu løtu skjótastu tíðina frammanfyri liðfelagan Fernando Alonso, og tað var eingin ivi um, hvat lið var tað besta í kvøld. McLaren Mercedes vóru greitt fremstir alt kvøldið, og fyri Ferrari, ið higartil hevur verið einasti avbjóðarin hjá bretskt/týska liðnum, gjørdist vónbrotið uppaftur størri av, at BMW bilurin hjá Nick Heidfeld fór framum teir í kvalifikatiónini. Ferrari mátti sostatt taka til takkar við fjórða plássi til Kimi Räikkönen og fimta til Felipe Massa.

 

Tað sá heldur ógvisligt út, tá Renault bilurin hjá Heikki Kovalinen fekk trupulleikar við bremsunum. Bilurin brotnaði og Kovalinen fekk ikki frægari enn 19. skjótastu tíðina. Men hann man ivaleyst vera glaðar um, at vera sloppin óskalaður.

 

1 ewis Hamilton McLaren-Mercedes 1:15.707

2 Fernando Alonso McLaren-Mercedes 1:16.163

3 Nick Heidfeld BMW 1:16.266

4 Kimi Räikkönen Ferrari 1:16.411

5 Felipe Massa Ferrari 1:16.570

6 Mark Webber Red Bull-Renault 1:16.913

7 Nico Rosberg Williams-Toyota 1:16.919

8 Robert Kubica BMW 1:16.993

9 Giancarlo Fisichella Renault 1:17.229

10 Jarno Trulli Toyota 1:17.747

11 Takuma Sato Super Aguri-Honda 12 Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari

13 Rubens Barrichello Honda

14 David Coulthard Red Bull-Renault

15 Jenson Button Honda

16 Scott Speed STR-Ferrari

17 Anthony Davidson Super Aguri-Honda

18 Ralf Schumacher Toyota

19Heikki Kovalainen Renault

20 Alexander Wurz Williams-Toyota

21 Adrian Sutil Spyker-Ferrari

22 Christijan Albers Spyker-Ferrari