Lewandowski sigur farvæl við Bayern

Bundesligan: Stjørnuáleyparin hjá Bayern Munchen vil úr felagnum

Tað er komið eitt sindur óvart á, men Robert Lewandowski hevur boðað frá, at hann ætlar ikki at halda fram í Bayern Munchen. Hann hevur sáttmála í eitt ár afturat, men hevur givið felagnum greið boð.

 

- Eg síggi ikki fyri mær, at eg kann halda fram í felagnum. Vit kunnu hyggja nærri at hvat kann gerast komandi tvær vikurnar, men eg ynski ikki at halda fram, sigur 33 ára gamli Robert Lewandowski, ið hevur verið settur í samband við serliga FC Barcelona.

 

- Um eg eri opitmistiskur viðvíkjandi Barcelona? Tað er ein stórur spurningur. Mær dámar ikki hesa støðuna, men eitt er vist – mín tíð í Bayern Munchen er liðug, sigur pólski áleyparin.

 

Robert Lewandowski skifti til Bayern Munchen frá Borussia Dortmund í 2014. Hetta tíðarskeiðið hevur han skotið 344 mál í 374 dystum. Fyrrverandi málverjin, Oliver Kahn, sum er stjóri í felagnum nú, sigur at hann ikki skilur hví Robert Lewandowski er komin við slíkum úttalisum.