Levi onga viðmerking

- Eg veit ikki hvat málið snýr seg um, og havi annars onga viðmerking, sigur Levi Mørk.

- Eg veit ikki hvat málið snýr seg um, og havi annars onga viðmerking, sigur Levi Mørk.

 

Tað er eingin loyna, at umsitingin hjá Tórshavnar kommunu kannar viðurskifti, sum hava við Klub 188 í Hoyvík at gera.

 

Í gjár kunnaði umsitingin hjá kommununi fíggjarnevndina hjá býráðnum, men hvørki umsitingin ella býráðslimir høvdu stórvegis viðmerkingar til tað, sum kunnað var um.

 

Spurdur, um hann kendi seg illa viðfarnan viðgekk Levi Mørk tó:

 

- Eg gjørdist ikki sørt skelkaður, men eg havi sum sagt ongar viðmerkingar til málið, sigur Levi Mørk.