Levi og Gretha fyri seinastu ferð av Malta

Seinasti leygardagur var seinasti dagur hjá Grethu og Levi á Malta eftir 27 árum.
Í 27 ár hava Gretha og Levi virkað millum føroyskar fiski­menn og føroyingar í Hirts­hals. Hetta arbeiði hevur verið gjørt í og út frá Malta, sum seinastu mongu árini hevur verið ramman um føroyskt sam­komu­virki í Hirts­hals, har Levi og Gretha hava verið fyri­støðu­hjún hesi mongu ár.
Onkuntið hevur verið upp á tal at fara heim, men, sum Levi sjálvur sigur, so er tað ikki fyrrenn nú, at hann kennir frið og fulla vissu í hesi avgerð. Tá man sigur Levi og Gretha, so kemur Malta fram á “skermin” við tað sama, og tað er ikki so løgið, tí Levi og Gretha eru eitt við arbeiði á Malta. Tí má tað kennast óveruligt, bæði fyri tey og mong onn­ur, at skula fara avstað og ikki koma aftur. Men, sum onkur segði, at sjálvandi koma tey aftur at vitja – og tað eru tey sjálvsagt altið vælkomin til.

Stór broyting
Tað er nógv broytt í Hirtshals hesi seinasti 27 árini, ikki minst niðri í havnalagnum, har Levi fekki sítt fyrsta kall at byrja arbeiði á Malta. Í dag er fiskivinnan minni enn ein triðingur av virkinum, sum fer fram í havnini í Hirtshals, meðan fiskivinnan fyri 27 árum síðani var tað berandi. Soleiðis broytast tíðirnar og ein má sanna, at tað er sum Sálamon kongur segði, at alt hevur tíð sína. Hevði tað verið í dag, hevði Levi nokk ikki fingið sítt kall soleiðis sum hann fekk tað tá.

Kallið
Hann sigldi sum skipari upp á Hirtshals, saman við mongum øðrum føroyskum mann­ingum. Tá vóru nógv før­oysk skip við stórari mann­ing, sum komu reglu­liga inn til Hirtshals at landa. Hann sá, tá skipini lógu inni og landaðu, at tá kvøldið kom, fóru menninir niðan í býin; og sum hann eygleiddi teir, hugsaði hann, at nú hevði verið gott um onkur var, sum kundi bjóða hesum monnum inn til ein hugnaligan drekkamunn og eitt Guds orð.
Hetta var kallið hjá Levi, sum vendi fullkomiliga upp og niður upp á arbeiðsdagin hjá Levi, tí nú gjørdist hann fiskimaður á landi. Hann gavst sum sjómaður og skip­ari, eftir meira enn 30 ár á skipsdekki, og halgaði seg, saman við konuni Grethu, til føroysku fiskimenninar, sum komu í land í Hirtshals, so teir kundu hava eitt fjálgt stað at koma til og uppliva somu umsorgan, sum Paulus og teir 276 neyðstøddu skips­menninir upplivdu, sum strandaðu á oynni Malta í Ápostlasøguni 27. Tí var tað, at Levi kallaði húsið Malta, tí hann vildi heldur, at skipsmenninir “strandaðu” á Malta, enn á einum av teim­um mongu ølstovunum í bý­num.
Gretha og Levi eru farin heim – arbeiði á Malta stend­­ur við eitt vegamót. Tænastan heldur fram so­leiðis sum Harrin vil – Før­oyskir sjómenn og føroyingar í Hirtshals eiga enn einar opnar dyr á Malta!
-----------
Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@olivant.fo