Levi Nybo verður gestur kl. 11.10

Kl. 11.10 í morgun sendir Rás2 samrøðuna, sum er gjørd við landsliðsmálverjan hjá H71, Levi Nybo, sum er uppvaksin á Hvítanesi.

 

Levi byrjaði at spæla hondbólt í Neistanum, men sum vaksnamannaspælari hevur hann saman við øðrum vart málið hjá H71 tey seinastu 8 árini. Væl hevur gingist, og hevur hann eisini verið partur av landsliðshópinum. Sum yngri var Levi eisini málverji í fótbólti.